back-icon

26.05.2020 19:05

- Lurtaði nógv eftir upprunasanginum tá eg búði í Týsklandi

Unga songkvinnan úr Klaksvík, Asta Højgaard hevur lagt rødd til týsku tulkingina av føroyska klassikaranum "Kanst tú siga farvæl"

Asta Højgaard (Mynd: Youtube)
26.05.2020 19:05 Jens Hákun Leo

Sunnudagin fingu fólk høvi at hoyra landskenda klassikaran "Kanst tú siga farvæl" á týskum.

Sangurin eitur "Kannst du sagen lebewohl", og tað er Asta Højgaard úr Klaksvík, sum leggur rødd til.

Asta Højgaard fortelur, at Steintór Rasmussen ringdi til sín tíðliga í ár og spurdi, hvussu tað lá fyri við tí týska hjá sær. Hann visti av, at hon hevði búð í Týsklandi, og hann hevði eisini hoyrt hana syngja á týskum.

- Eg havi búð í Týsklandi í umleið eitt ár. Steintór hevur so eisini hoyrt meg syngja á týskum, og í januar ella februar í ár ringdi hann til mín og spurdi, hvussu tað lá fyri við tí týska hjá mær.

- Hetta var tí, hann vildi hava meg at syngja sangin "Kanst tú siga farvæl" á týskum. Eg dugi nokkso væl týskt, tí eg havi arbeitt sum frisør har, og eg havi eisini sungið við eini vinkonu, sum er týsk, greiðir Asta frá.

Hoyrir væl at tað ikki er ein týskari

Asta Højgaard avdúkar, at hon lurtaði nógv eftir upprunasanginum, meðan hon búði í Týsklandi. Hetta var við til at gera tað eyka serligt fyri hana, tá hon skuldi syngja sangin á týskum. 

- Eg fortaldi Steintór hetta, eftir at vit vóru liðug við at upptaka sangin, og tað var hann glaður fyri at hoyra. Tað gjørdi tað heila eyka spesielt, sigur Asta.

Men hvussu var tað at skula syngja á týskum? 

- Tað var avbjóðandi, men eg haldi, at samanumtikið gekk tað væl. Prosessin hevur verið stuttlig, spennandi og lærurík, og afturmeldingarnar hava verið sera góðar. Eisini í mun til tað at skula syngja sangin á góðum týskum.

- Mann hoyrir væl, at tað er ikki ein týskari, sum syngur sangin, men eg havi havt fólk úr Týsklandi, sum hava hjálpt mær við úttaluni, so at tað ljóðar so týskt sum møguligt.

- Ein, sum eg kenni úr Týsklandi, tosaði eisini við meg í gjár og fortaldi mær, at mann hoyrdi ikki nakra accent í sanginum, so tað er ikki so galið, haldi eg, sigur Asta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald