back-icon

24.05.2020 21:00

- Øll kunnu vera við á TikTok

Diana Jógvansdóttir Hansen, dansari og koreografur, heldur at tað góða við dansunum á TikTok appini er, at øll kunnu vera við

Diana Jógvansdóttir Hansen er ein av fyriskiparunum av Dansixperimentinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
24.05.2020 21:00 Jens Hákun Leo

TikTok appin er tað nýggjasta nýggja millum ung og onnur.

Í stuttum virkar appin á tann hátt, at brúkarar leggja video út av sær sjálvum, har teir gera ymiskt. Ofta er tað dansur ella ymsar avbjóðingar, sum brúkarar royna seg við.

Appin er eisini nógv brúkt ímillum ung í Føroyum.

Diana Jógvansdóttir Hansen, dansari og koreografur, sum millum annað hevur verið við til at skipa fyri Dansieksperimentinum, heldur tað vera ordiliga gott, at nógv ung eru farin at royna seg á dansigólvinum frammanfyri telefonini.

Diana heldur, at Tik-Tok er ein mega festlig app. Tað góða við appini og dansunum har er, at øll kunnu vera við, sigur hon.

@dianajhansen

 

♬ Blinding Lights - The Weeknd

- Eg haldi, tað er ordiliga gott. Teir flestu dansirnir á TikTok appini eru ikki super útfordrandi. Øll kunnu vera við, og tað ger, at fleiri tora og tíma at dansa.

- TikTok er ein mega festlig app, og eg eri sjálv blivin bitin av henni, avdúkar Diana. 

Diana heldur ikki, at TikTok neyðturviliga ger fólk til betri dansarar.

- Eg haldi, at TikTok-dansurin ger, at man dugir betur at læra eina koreografi. TikTok ger tó ikki beinleiðis, at mann blívur ein betri dansari, sigur Diana.

- Men eg vóni, appin hevur við sær, at fleiri fara at dansa í Føroyum, leggur hon afturat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald