back-icon

26.05.2020 22:00

- TikTok er lætt og skjótt at svølgja

TikTok appin hevur rakt seymin á høvdið, tí at hon uppfyllir tørvin hjá fólki eftir undirhaldi, heldur miðlaserfrøðingur

26.05.2020 22:00 Jens Hákun Leo

TikTok appin er tað nýggjasta nýggja millum ung og onnur.

Í stuttum virkar appin á tann hátt, at brúkarar leggja video út av sær sjálvum, har teir gera ymiskt. Ofta er tað dansur ella ymsar avbjóðingar, sum brúkarar royna seg við.

Appin er eisini nógv brúkt ímillum ung í Føroyum.

Jákup Justinussen, miðlaserfrøðingur, greiðir frá, at TikTok appin hevur rakt seymin á høvdið, tí at hon uppfyllir tørvin hjá fólki eftir undirhaldi. Í øllum førum sum nú er. 

Miðlafrøðingurin vísir á, at appin kanska serliga tiltalar ung fólk, tí at hon er nýggj og spennandi. Harumframt er innihaldið á appini lætt og skjótt at svølgja. Appin er stutt sagt undirhaldssentrerað.

Les meira: Føroyskir Tiktok-arar

Les meira: - Øll kunnu vera við á TikTok

- Ung fólk leita allatíðina eftir onkrum nýggjum og meira spennandi. Tey leita eftir plattformum, har foreldrini hjá teimum ikki eru. Mann hevur havt ungdómstrendir sum Instagram og Snapchat, og nú er tað so TikTok, sum er vælumtókt.

- Tað er rættiliga týpiskt ung, sum hoppa uppá slíkt fyrst. Fyrst fáa nøkur sær eina nýggja app, og so gerast tey fleiri og fleiri, sum fáa sær hana, sigur miðlaserfrøðingurin.

Stutt og skeg videobrot

Jákup Justinussen sigur, at tað liggur til okkum menniskju at søkja undirhald og tíðsfordrív. Í løtuni er tað videoformatið, sum er stórt, slær hann fast.

- Stutta videoformatið hevur gjørt, at TikTok er eksploderað síðstu tíðina. Innihaldið á TikTok er lætt og skjótt at svølgja, og TikTok er rættiliga einfalt at brúka. Videobrotini eru stutt og skeg, og algoritmurnar á appini eru gjørdar soleiðis, at tú kanst náa út til rættiliga nógv menniskju uppá stutta tíð - eisini um tú ikki hevur verið virkin á appini yvirhøvur frammanundan, leggur Jákup Justinussen dent á.

[object Object]Jákup Justinussen (Mynd: Jákup Justinussen)

Miðlaserfrøðingurin greiðir frá, at skapararnir av TikTok hava verið rættiliga dugnaligir til at snikka appina soleiðis saman, at appin sjálv finnur út av uppá sera stutta tíð, hvat brúkararnir vilja hava. Og síðan verður innihaldið tillagað til tínar preferansur.

Lættari at gerast kendur á TikTok

Youtube hevur fingið nógvan kritikk í seinastuni fyri at vera polariserandi við at viðmæla filmsbrot, ið leiða brúkaran longur út á hvør sín hugsjónarliga vong. TikTok hevur tó ikki sama virknað enn, tí innihaldið á TikTok er munandi lættari og meira undirhaldsmerkt.

- Hyggur tú nógv eftir ultraliberalum videobrotum á Youtube, so verður tað tað, sum Youtube skýtur upp, at tú kanst hyggja eftir. Ditto við ultrakonservativum videobrotum. Men so er ikki á TikTok, sum er øðrvísi í so máta.

- Harumframt hava skapararnir av appini ment appina soleiðis, at tað er ógvuliga lætt at fáa nógva eksponering á henni. Hetta kann geva nógvu ungu brúkarunum á appini eina kenslu av, at tað er lætt at gerast "kendur".

- Tey ungu hekta seg uppá ein trend sum hendan, har tú kanst gerast "kendur" við at posta okkurt genialt. Ella við at leggja onkran serligan dans út ella framføra onkur serlig "tricks". Vit kenna jú til hesar her sonevndu "tricksters", sum fáa nógva eksponering av, at teir megna at gera eitthvørt trupult - so sum at kasta ein kurvabólt í kurvina frá so og so nógvum metrum, og so og so ofta, greiðir Jákup Justinussen frá.

- Tó er TikTok ikki bara undirhald. Vit hava eitt nú sæð seriøsar miðlar sum BBC og Washington Post promovera sín tíðindaflutning á appini. Harumframt vísti ein kanning herfyri, at tað eru nógv, sum eru eldri enn 30 ár, sum eisini brúka appina. Harvið er appin ikki einans ein ungdómslættisoppa-app, leggur Jákup Justinussen afturat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald