back-icon

25.05.2020 17:57

- Vit fara ikki at hyggja at meðan hinir hava opið

Símun á Høvdanum, eigari av Maverick, upplýsir at Maverick fer at hava opið til á midnátt í kvøld

Mynd: Nordportal.net
25.05.2020 17:57 Jens Hákun Leo

Í Klaksvík eru tey so smátt við at koma upp aftur í ferð eftir korona.

Hetta sær eisini út til at vera galdandi fyri náttarlívið í býnum.

Símun á Høvdanum, eigari av Maverick, upplýsir at Maverick fer at hava opið til á midnátt í kvøld. 

Maverick hevur havt opið til klokkan 22 um kvøldarnar hesa síðstu tíðina, men nú fer barrin ikki longur at fylgja tilmælinum frá myndugleikunum um at lata aftur í seinasta lagi klokkan 22.

- Eg havi verið á politistøðini í morgun og snakkað við teir um, at vit fara at hava opið til klokkan tólv í barrini. Tað verður so í kvøld, at vit byrja uppá tað, sigur Símun á Høvdanum á Facebook.

- Vit søgdu við politiið, at vit fara ikki at hyggja at, meðan hinir (í Havn og Fuglafirði, red) hava opið, leggur hann afturat.

Caféin Jacqson, sum eisini hevur koyrt við einum lægri blussi enn vant hesa síðstu tíðina, fer møguliga at fylgja í fótasporunum á Maverick.

Jacqueline Gardar, eigari av Jacqson, sigur at tey umhugsa at hava longur opið í vikuskiftinum.

- Vit hava havt opið frá klokkan 11.30 til klokkan 20 hesar síðstu vikurnar, meðan korona hevur staðið uppá, men vit umhugsa at hava opið til á midnátt í vikuskiftinum, sigur hon.

Vit hava roynt at fingið fatur á Roykstovuni í Klaksvík í dag, men tað hevur ikki eydnast.

Hesi síðstu vikuskiftini hava skeinkistøðini í Havn sæð burtur frá tilmælinum frá myndugleikunum um at lata aftur í seinasta lagi klokkan 22. Tey hava avtalað sínámillum at hava opið til klokkan 24 í vikuskiftunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald