back-icon

02.05.2020 10:00

Katrina Maria: HB er liðið hjá mær í Føroyum

Eingin enskur fótbóltur er á skránni, nú koronavirusið herjar í Evropa, og tí umhugsar unga havnardaman at byrja at hyggja eftir føroyskum fótbólti í staðin

Mynd: Mikkel Laumann
02.05.2020 10:00 Jens Hákun Leo

Unga havnarkvinnan í Keypmannahavn er sum flestum kunnugt modell og United fjeppari um ein háls.

Eingin enskur fótbóltur er á skránni, nú koronavirusið herjar í Evropa, og tí umhugsar Katrina Maria Christiansen at byrja at hyggja eftir føroyskum fótbólti í staðin.

[object Object](Mynd: Mlaumann.dk)

Betri deildin verður skotin í gongd næsta leygardag, 9. mai, og Katrina Maria, sum vanliga ikki hyggur so nógv eftir føroyskum fótbólti, heldur fyri, at nú er kanska tann heilt rætta tíðin at byrja at hyggja.

Hon sigur, at tað er serliga eitt felag í Føroyum, sum liggur hennara hjarta nær.

- Mínir mammubeiggjar eru allir stórir HB fjepparar, so eg havi altíð hoyrt nógv um HB. Tað er heilt sikkurt tað liðið, sum eg fari at heppa á, um eg fari at hyggja, sigur Katrina Maria, ið tó saknar at hyggja eftir enskum fótbólti og serliga Manchester United.

[object Object](Mynd: Mlaumann.dk)

- Eg sakni soooo nógv at hyggja eftir enskum fótbólti. Tað er virkiliga ein undarlig tíð. United var akkurát byrjað at spæla gott aftur, so tað er sjálvandi keðiligt, at tað skuldi steðga. Eg gleði meg nakað so nógv til at síggja United spæla aftur og bíði spent, til teir byrja aftur, sigur unga havnarkvinnan.

Katrina Maria arbeiðir í løtuni fyri veddingarfyritøkuna Mr. Green.

- Arbeiðið hjá mær inniber, at eg lýsi fyri Mr. Green á mínum Instagram profili. Eg skal eisini umboða Mr. Green á quiz-appini "Primetime Danmark", upplýsir hon.

[object Object](Mynd: Mlaumann.dk)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald