back-icon

26.05.2020 12:00

Limatalið í fólkakirkjuni minkað 5 prosentstig síðan 2001

Tað hava aldrin verið fleiri limir í føroysku fólkakirkjuni í 21. øld, enn tað eru nú. Lutfalsliga sæð eru tó færri limir nú enn í 2001

Sandavágs kirkja (Savnsmynd: Sverri Egholm)
26.05.2020 12:00 Jens Hákun Leo

Tað hava aldrin verið fleiri limir í føroysku fólkakirkjuni í 21. øld, enn tað eru nú.

Við ársbyrjan í ár vóru 41.272 limir í fólkakirkjuni, upplýsir Hagstovan.

Hetta eru meira enn 2.000 limir enn við ársbyrjan í 2001. Tá vóru 38.911 føroyingar limir í fólkakirkjuni.

Lutfalsliga sæð eru tó færri limir nú enn í 2001. 84,3% av føroyingum vóru limir í fólkakirkjuni í 2001, meðan hetta talið nú er 79,1%.

Sostatt er limatalið í føroysku fólkakirkjuni follið við 5,1% prosentstigum í 21. øld.

Munur er eisini á limatalinum fyri tey ymsu prestagjøldini. Í Norðoyggjum er lutfalsliga lítil áhugi at vera limur í fólkakirkjuni í mun til hini prestagjøldini í landinum.

Í Norðuroya eystara prestagjaldi eru 62,1% limir í fólkakirkjuni, og í Norðuroya vestara prestagjaldi er hetta talið 61,7%.

Í Vága prestagjaldi eru 90,1% limir í fólkakirkjuni, meðan í Vága prestagjaldi er hetta talið 89,5%.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald