back-icon

25.05.2020 13:28

Maður í 20-unum eitt ár í fongsul fyri siðabrotsverk

Maðurin varð millum annað dømdur fyri at hava framt blygdanarskemd móti fleiri børnum og ungum á eitt nú Snapchat

Mynd: Jens Kr. Vang
25.05.2020 13:28 Jens Hákun Leo

Ein maður í 20-unum varð í dag dømdur eitt ár í fongsul fyri at hava framt eina røð av siðabrotsverkum.

Dómurin er treytaleysur.

Maðurin varð millum annað dømdur fyri at hava framt blygdanarskemd móti fleiri børnum og ungum á eitt nú Snapchat og fyri í tveimum førum at hava roynt at fáa børn og ung at hava samlegu við sær afturfyri pengar.

Maðurin varð harumframt dømdur fyri at hava havt aðra kynsliga samveru enn samlegu við einari gentu, sum var so mikið rúsað, at hon ikki formáddi at seta seg upp ímóti manninum. Dómarin álegði manninum at rinda gentuni 20.000 krónur í endurgjaldi fyri tort.

Tað er enn óvist, um maðurin fer at kæra dómin.

Maðurin og tvey onnur fólk í 20-unum vórðu upprunaliga ákærd fyri at hava neyðtikið eina 17-ára gamla gentu í sambandi við eitt morgunball á heysti í 2016. Tey vóru saman í eini íbúð í miðbýnum í Havn. Tey høvdu drukkið og eisini tikið evnið ritalin. Tey spældu eitt spæl, sum hevði við sex at gera.

Avhoyringar í rættinum høvdu við sær, at ákæruvaldið slepti ákæruni um neyðtøku og broytti tað til samlegu og aðra kynsliga samveru enn samlegu við ein persón, sum er í einum standi, har viðkomandi ikki er før/ur fyri at verja seg ímóti gerðini.

Les meira: Trý fólk ákærd fyri at misbrúka gentu kynsliga (portal.fo)

Les meira: Ákæra um neyðtøku slept (kvf.fo)

Dómarin metti ikki, at maðurin og hini bæði fólkini vóru sek í ákæruni um "samlegu og aðra kynsliga samveru enn samlegu". Tey vórðu sostatt øll fríkend í hesi ákæruni. Dómarin helt ikki, at staðfestast kundi, at 17-ára gamla gentan ikki var før fyri at seta seg móti teimum.

Hini bæði fólkini fingu 3.000 krónur í bót eftir lógini um euforiserandi evni.

Grein dagførd: Klokkan 18.28, 25. mai 2020

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald