back-icon

03.05.2020 10:00

Nú kemur enn meira futtur í býin

Fitnessmiðstøðirnar í Havn lata upp aftur í morgin, og tað sama gera tvær av matstovukafeunum í býnum

03.05.2020 10:00 Jens Hákun Leo

Samfelagið er farið munandi upp í ferð hesar síðstu dagarnar, og í morgin, 4. mai fer tað enn meira upp í ferð.

Fitnessmiðstøðirnar í Havn lata upp aftur í morgin, og tað sama gera tvær av matstovukafeunum í býnum - Bitin niðri í miðbýnum og Systrar, sum halda til uppi í Norðurlandahúsinum.

Harvið eru eftirhondini tey flestu støðini í býnum, har mann kann fáa sær eina máltíð ella ein góðan kopp av kaffi, opin aftur sum vant.

Les meira: Burn Fitness letur upp aftur

Tey í Bitanum og Systrum leggja dent á, at tey vilja fylgja tilmælunum frá myndugleikunum.

- Vit fylgja sjálvandi tilmælunum um reinføri og syrgja fyri, at frástøða er millum øll borðini, siga tey í Bitanum.

[object Object]

Systrar vísa á, at Norðurlandahúsið er stórt, og rúm er fyri at halda fjarstøðu millum kundar og starvsfólk í húsinum.

Les meira: Náttarlívið í Havn vendir aftur

Í morgin lata eisini Pizza 67 og skeinkistaðið Glitnir dyrnar upp aftur við teimum treytum, ið eru ásettar av heilsumyndugleikunum.

Áður hava støð sum Angus Steakhouse, Irish Pub, Paname Café, Seven, Haps, Bowlinghøllin á Hálsi og matstovurnar í SMS latið upp aftur, umframt skeinkistøðini Sirkus og Blábar.

Les meira: Matstovur í Havn lata upp aftur

(Grein dagførd: 03. mai 2020, kl. 13:35)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald