13.03.2020 11:24
Ókeypis Pornhub-hald til allar italienarar
Italia er steðgað upp orsakað av corona. Tí bjóðar Pornhub øllum í landinum ókeypis hald
(Mynd: Visualhunt)
13.03.2020 11:24
Hvat.fo
Heimsins størsta heimasíðan við pornografiskum tilfari bjóðar nú - á sín egna hátt - sína hjálp til coronarakta Italia.
Allir italienarar fáa ókeypis hald til Pornhub fram til 3. apríl. Hetta skrivar millum annað bretska The Sun.
![]()
Italia fór í vikuni í sonevnt “lockdown”, og talið av deyðum orsaka coronavirusinum er komið upp á 1000 fólk í landinum.
Heimasíðan var brúkt 42 milliardir ferðir í fjør, og hevur 115 milliónir brúkarar um dagin. Italia er nummar 20 á listanum yvir hvørji lond brúka Pornhub mest. Italienarar brúka umleið 10 minuttir og 5 sekund á síðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald