back-icon

26.05.2020 14:30

Týsk týðing av klassikara veruleiki eftir Norrøna Crime Cruise

Steintór Rasmussen hevur verið við til at skipa fyri, at "Kanst tú siga farvæl" nú er týddur til týskt

Asta Højgaard (Mynd: Youtube)
26.05.2020 14:30 Jens Hákun Leo

Sunnudagin fingu fólk høvi at hoyra landskenda klassikaran "Kanst tú siga farvæl" á týskum.

Sangurin eitur "Kannst du sagen lebewohl", og tað er Asta Højgaard úr Klaksvík, sum leggur rødd til.

Steintór Rasmussen, sum upprunaliga skrivaði sangin í 1998, hevur verið við til at skipa fyri, at sangurin nú er týddur til týskt. Hann sigur, at tað var eitt sindur av tilvild, at týska útgávan av sanginum gjørdist veruleiki.

- Eg havi nógv sambond í Týsklandi í sambandi við krimisøgurnar, sum eg havi givið út. Ein av teimum fimm krimisøgunum hjá mær er týdd til týskt og útgivin í Týsklandi. Tann næsta er á veg, og eg vóni, at tann triðja kemur út næsta ár.

- Tað var í hesum sambandi, at eg var við á einari sonevndari "crime cruise" umborð á Norrønu, har øgiliga nógvir týskarar vóru. Har spældi eg so sangin "Kanst tú siga farvæl".

[object Object]

Steintór Rasmussen, t.v. (Mynd: Jens Kristian Vang)

- Vanliga so eru útlendingar øgiliga glaðir fyri sangin, tí sjálvt um teir ikki skilja orðini, so fangar tað sorgblíða lagið teir. Sangurin hevur nomið við nógv fólk ígjøgnum ár og dag - bæði onglendingar, skandinavar og týskarar.

- Tað bleiv so sagt við meg aftaná, at eg hevði sungið sangin, at eg burdi umsett hann til týskt. Martin Schürholz, sum hevur umsett fyri meg til týskt í sambandi við krimisøguna "Deyðin fer í bindiklubb", fann so uppá hetta her at fara undir at týða sangin til týskt, greiðir Steintór Rasmussen frá. 

Væl nøgdur við Astu og videolagið

Steintór Rasmussen heldur fyri, at avgerð varð tikin um at spæla sangin inn av nýggjum. Tað varð latið Astu Højgaard upp í hendurnar at syngja sangin. Eisini varð eitt videolag gjørt í sambandi við sangin.

Steintór er væl nøgdur við bæði Astu og videolagið.

[object Object]

Asta Højgaard (Mynd: Youtube)

- Asta hevur eina sera góða rødd, og hon dugir ómetaliga væl at føra seg fram í videolagnum. Vit brúktu hvørki nógva tíð ella pengar uppá videolagið, men vit eru allíkavæl væl nøgd við tað eftir umstøðunum, sigur Steintór.

Tað er Petur M. Solmunde, ið hevur filmað, klipt og sett videolagið saman.

Stuttligt at royna tað týska

Steintór Rasmussen vísir á, at ein onnur orsøk til, at tey fóru undir at gera eina týska týðing av sanginum, er, at tað er lutfalsliga sjáldsamt, at føroyingar syngja á týskum.

- Tað spældi eisini inn, at vit hildu tað vera stuttligt at royna tað týska. Nógv velja at syngja at enskum, men vit hildu, at tað kundi verið fínt at umsett sangin til týskt.

[object Object]

Steintór Rasmussen (Mynd: Farlit.fo)

Steintór leggur dent á, at endamálið við týsku útgávuni av sanginum er ikki at tjena pengar.

- Vit hava ikki verið í samband við nakað plátufelag. Tó havi eg hugsað, at tað kundi verið stuttligt, um eg hevði kunnað havt hendan sangin at vísa á saman við týsku týðingunum av krimisøgunum hjá mær.

- Og so skal mann eisini minnast til, at sjálvt um nógv tey flestu, sum koma higar at ferðast, tosa enskt, so er Týskland eisini ein stórur marknaður. Nógvir týskarar koma higar árliga, og hesin sangurin kann sostatt vera ein góð reklama fyri Føroyar.

- Og hvør veit: kanska vit fáa eina enska, franska ella russiska útgávu av sanginum í framtíðini, sigur Steintór Rasmussen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald