back-icon

25.05.2020 16:40

Veit ikki enn um fongsulsdómurin verður kærdur

- Vit hava ikki viðgjørt dómin enn. Vit fara at nærlesa dómin nú, og so taka vit ein fund ein av døgunum, sigur Jógvan Páll Lassen, verjuadvokatur

Jógvan Páll Lassen, advokatur (Mynd: Sverri Egholm)
25.05.2020 16:40 Jens Hákun Leo

Jógvan Páll Lassen, advokatur hjá manninum, sum fekk ein fongsulsdóm upp á eitt ár fyrr í dag, dugir enn ikki at siga, um maðurin fer at kæra dómin.

- Vit hava ikki viðgjørt dómin enn. Vit fara at nærlesa dómin nú, og so taka vit ein fund ein av døgunum.

- Vit vænta at koma til eina niðurstøðu um, hvat vit gera, í løbið av vikuni. Tá dugi eg nokk at siga, um vit fara at kæra dómin ella ikki, sigur Jógvan Páll Lassen, verjuadvokatur.

Freistin at kæra dómin er 14 dagar.

Les meira: Maður í 20-unum eitt ár í fongsul fyri siðabrotsverk

Maðurin, sum er í 20-unum, varð millum annað dømdur fyri at hava framt blygdanarskemd móti fleiri børnum og ungum á eitt nú Snapchat og fyri í tveimum førum at hava roynt at fáa børn og ung at hava samlegu við sær afturfyri pengar.

Maðurin varð harumframt dømdur fyri at hava havt aðra kynsliga samveru enn samlegu við einari gentu, sum var so mikið rúsað, at hon ikki formáddi at seta seg upp ímóti manninum. Dómarin álegði manninum at rinda gentuni 20.000 krónur í endurgjaldi fyri tort.

Dómurin er treytaleysur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald